Sangløta
Jólini verða sungin inn í missiónshúsinum Libanon í Sørvági sunnudagin klokkan 15.00.
Titlakið byrjar við innleiðing og bøn, áðrenn rættiliga verður farið at syngja.
Sangurin verður nógvur og frá fleiri luttakarum. Fyrst veðru felagssangur, og síðan gongur upp á skift millum barna- og ungdsdómssangkór og upplestur úr Nýggja Testamenti.
Kórini, sum fara at luttaka, eru barnakórini í missiónshúsunum í Sørvági, Miðvági og Sandavági, eins og streingjakóriðí Sørvági eisini er við í tiltakinum.
Til allar seinast verður, sum tað eigur eina slíka løtu, kendi jóalsálmurin »Gleðilig jól« sungin.