Jólasangløta í Siloa í Fuglafirði

Mikukvøldið 21. december kl. 21.00 verður hugnalig jólasangløta í SILOA í fuglafirði. Ætlanin er at gera kvøldið so fjølbroytt sum møguligt. Vit fara at syngja nakrar felagssangir saman og fara at hoyra góðan kórsang og solosang.
Klæmint Eliasen fer at leiða løtuna og framførðslur verða við hesum bólkum og solosangarum: Lítið kór úr Siloa, Bárður á Lakjuni, Durita M. Jacobsen og sangbólkurin SALT.

Aftaná bjóða vit øllum til ein jólaligan drekkamunn. Vit vóna, at nógv fólk seta sær eina løtu av og koma í SILOA hetta kvøldið. Sangløtan er ókeypis.

-