svimjing
Fríggjakvøldið 10 Desember kl. 17.30verður skipa fyri árligu jólasvimjikappingini fyri svimjarum hjá Fuglafjarðar Svimjifelag. Kappingin verður í svimjihøllini í Fuglafjarðar Skúla
Allir svimjarar hjá FS eru tilmeldaðir, umleið 100, og koma svimjararnir at svimja tvær kappingar í part. Eisini verður skipa fyri onkrum stuttligum svimjitiltakið. Allir svimjarar sum luttaka fáa heiðursbræv.
Undanfarin ár tá kappingin hevur verið, eru jólamenn komnir í svimjihøllina og allir svimjararnir hava fingið okkurt gott , og roknast kann við at teir eisini koma á gátt fríggjakvøldið, og eru øll hjartaliga vælkomin í høllina.