Fríggjadagin og leygardagin verður eitt stórt tiltak við bókasølu í Leguhúsinum í Nesvík. Á skránni er annars nógv ymiskt. Skipað verður fyri jólaítrívi fyri børn, ein café, har møguligt er at njóta ein heitan munn og okkurt gott afturvið, verður, og eisini verður livandi tónleikur. Fríggjakvøldið kl. 17 spælir orkestrið Norðljómur úr Sundalagnum, og kl. 19 syngur barnakórið á Strondum. Leygardagin syngur bólkurin Gadders. Leygardagin umrøður og signerar Jógvan Fríðriksson biskupur nýggju lestrabók sína. Lagt er upp til eitt hugnaligt tiltak, har øll familjan kann vera við. Eisini verða fleiri bøkur ummældar.