- Hetta ikki er roynt áður, men eftir gudstænastuna í morgin verður jólatræ fyri børnum í Argja kirkju- og missiónshúsi, sigur Bergur Debes Joensen, prestur.
Áður hevur jólatræ fyri børnum altíð verið um kvøldið. Byrjað verður við familjugudstænastu klokkan 11, sum vant. Prestur verður Bergur D. Joensen. Eftir gudstænastuna verða øll boðin til døgurða - so døgurða nýtast fólk tí ikki at hugsa um í morgin.
Eftir tað verður hugnaligt jólahald. Børnini ganga við teimum vaksnu um træið og syngja jólasangir. Jólamaðurin kemur sjálvsagt framvið eisini. Tiltakið er liðugt umleið klokkan 14.