Seinnapartin í morgin - kl. 16 - verður jólatræið niðanfyri Gamla Kirkjugarð í Klaksvík tendrað. Við hetta høvið fer Klaksvíkar Hornorkestur og býráðslimurin Kristian Fríðrik Olsen flytur fram røðu.
Aftaná verður farið niðan í gomlu Brandstøðina, har Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til jólaløtu við jólaleiki. Her verður boðið til kaffi og køkur.