Jólavættrar í nútíð og tátíð

HAVN Tey ið hava hug at ogna sær eina ódýra jólagávu ella onkra sjáldsama kalendaragávu, hava eitt gott høvi til hetta í endurnýtsluhandlinum hjá Dugna.

Í hesum døgum hevur Dugni latið upp eina sølubúð á Vaglinum í Havn, har ymiskt av tí, ið tey hava fingið frá Endurnýtsluni á Hjalla, er til sølu.

Her er talan um jólavættrar, jólaprýði og jólalutir av alskyns slagi og frá ymiskum tíðarbilum, umframt ein hóp av handgjørdum lutum.

Fyri børnini er hetta rætt og slætt bara handilin við jólavættrunum. Úrvalið er so stórt, at tey kunnu brúka tímar bara fyri at hyggja eftir - og ikki minst nerta við lutirnar, sum allir verða seldir fyri eina sera bíligan pening til frama fyri virksemið hjá Dugna.

Opið er fram til jóla millum klokkan 14 og 17:30. Meðan børnini hugna sær, kunnu tey vaksnu hugna sær við einum kaffimunni og nýbakaðum vaflum. 



ENDURNÝTSLA

- Ein stórur partur av lutunum í gávubúðini er slíkt sum fólk hava latið til Endurnýtsluna á Hjalla, sigur Hedvig Jóhansdóttir, sum her er avmyndað við nøkrum av tí ið er til keyps