Jólini nærkast í hvørjum ? eisini Leikhúsjólini ...

Eins og undanfarnu árini fer Havnar Sjónleikarfelag eisini í ár at bjóða bæði smáum og stórum til Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum

Rokast verður í hesum døgum við at leggja seinastu brikkarnar upp á pláss til fyrstu sýningina av Leikhúsjólum, sum verður hin 1. desember kl. 19.00.
Í ár er tað Elin á Rógvi, sum leikstjórnar ungfólki úr Havnar Sjónleikarfelag. Hon leikstjórnaði eisini vælumtókta »Kúlla Knúti« fyri góðum ári síðani.
Jólaleikurin í ár snýr seg um sjórænarar og jólavættrar. Hvussu leikur fer ... ja, tað fáa tit at vita, tá tit koma í Sjónleikarhúsið í jólamánaðinum ...
Spælt verður yrkadagar kl. 19.00 (tó ikki hósdagar).
Í vikuskiftunum verður spælt kl. 17.00.
Atgongumerki á 50,00 kr. fáast í Kunningarstovuni ella í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning.