Jón Brian spyr til hann fær eitt svar

- Tað er einki endamál í sær sjálvum at steikja fólk fyri opnari mikrofon, men tað eru ávísar støður, har fólk helst vilja sleppa undan at svara kritiskum spurningum, og tá er neyðugt at spyrja upp í saman fyri at fáa eitt svar, sigur útvarpsmaðurin Jón Brian Hvidtfeldt, sum er kosin til ársins journalist í Føroyum. Vit fingu eisini eitt svar, tá ið vit spurdu hann um fuglfjarðadialektina hjá honum

Tað eru langt frá øll, sum vita hvussu Jón Brian Hvidtfeldt sær út, men tey flestu kenna eyðkendu røddina aftur, tá ið hon er at hoyra í útvarpinum. Fuglfjarðamálið er serstakt millum hinar røddirnar í lurtinum, og hann smæðist ikki burtur við sínari dialekt.

Tað venda vit aftur til.

Farna vikuskiftið var fuglfirðingurin í Sortudíki heiðraður á fakfestivalinum hjá journalistunum. Hann varð kosin sum ársins journalistur fyri sítt arbeiði farna árið, og tað var ein stórur heiður hjá 29 ára gamla útvarpsmanninum, ið fekk sína útbúgving fyri trimum árum síðani.

- Eg havi nátt setningin, eg setti mær, tá eg fór undir at útbúgva meg sum journalist, segði Jón Brian, tá ið hann fekk heiðurin.


Gera mun

Tað var ikki av tilvild, at Jón Brian Hvidtfeldt endaði á Danmarks Journlisthøjskole í Århus.

- Tað er ein gamal tanki at blíva journalistur. Tað var tað, sum eg helst vildi, sigur hann.

- Vit kenna øll til at verða forargað inn á okkurt og siga, at “tað er for galið, at...”. Sum journalistur kanst tú gera mun í samfelagnum og gera okkurt við tað, sum fólk argast inn á.

- Frusteratiónin hjá einum journalisti kann hinvegin verða, at tú bert røkkur einum lítlum parti av tí, sum tú kundi hugsa tær at fingist við, men tá ið tú so gerst mun á onkran hátt, er tað sera hugaligt, sigur Jón Brian.

Hjá honum og øllum øðrum journalistum er jagstranin eftir góðu søguni ein týðandi partur av yrkinum.

- Journalistikkur er eitt spennandi fak, sum hevur nógvar nuansir. Tú fært møguleikan at tosa við nógv fólk, sum liggja inni við stórari vitan og hava eina søgu at siga, tú kanst seta mál inn í ein samanhang, og spenningurin er altíð stórur, tá ið tú fært fatur á einari góðari søgu.

- Ein góð søga nýtist ikki endiliga at verða ein gøla, hon kann verða so nógv annað. Men drívmegin hjá einum hvørjum journalisti er tann góða søgan.


Góða søgan drívmegi

Stundum fáa journalistar skotið í skógvarnar, at teir bert hugsa um at finna negativar søgur, men Jón Brian heldur, at kritiski journalistikkurin er ein týðandi partur av einum vælvirkandi samfelagi.

- Eitt samfelag, har tú ikki kanst seta kritiskar spurningar, er eitt sjúkt samfelag, og ein av uppgávunum hjá fjølmiðlunum er at seta spurningar við tað, sum til dømis politikarar gera. Tað er ikki uppgávan hjá okkum bara at fortelja fólki, at í dag var landsstýrismaðurin til arbeiðis. Vit mugu røkka longur enn tað og seta spurningar við tær avgerðir, sum politikararnir taka.

- Við hvørt verður hetta lagt út, sum at vit bert fáast við tað negativa, men tað er okkara skylda at seta spurningar við tað, sum fer fram í samfelagnum og lata fólkini, sum hava ábyrgd, svara hesum spurningum, sigur Jón Brian.


Spyrja upp í saman

Við hvørt er tað neyðugt hjá einum útvarpsmanni at verða áhaldandi, tá ið hann vil hava svar upp á sínar spurningar, og tað hoyrist javnan í beinleiðis útvarpspráti, har journalisturin tráspyr ein politikara ella annan framstandandi persón.

- Tað er umráðandi hjá einum útvarpsmanni at verða væl fyrireikaður til eitt beinleiðis interview í eini tíðindasending ella aðrari sending. Tú skalt vita, hvat tú ætlar tær at spyrja um, og helst eisini vita, hvat gesturin fer at svara. Tú skalt geva fólki møguleikan at svara og lurta eftir tí, sum tey siga.

- Hinvegin kann eg ikki lata ein politikarar tosa uttanum fyri at sleppa undan at svara mínum spurningum. Tá kann við hvørt verða neyðugt at bróta fólk av og spyrja uppaftur fyri at ein spurning svaraðan. Vanliga ræður um at verða fólkaligur, men um fólk sjálvi eru ófólkalig og ikki svara tínum spurningum, so mást tú geva teimum eitt ordiligt mótspæl.

Jón Brian heldur, at tað ræður um at spyrja røttu spurningarnar og ikki verða órímiligur mótvegis fólki, men viðhvørt er neyðugt at fara í beinleiðis dyst við ein politikara.

- Tað er einki endamál í sær sjálvum at steikja fólk fyri opnari mikrofon, og teir smartastu spurningarnir eru ikki altíð teir bestu, men tað eru ávísar støður, har fólk helst vilja sleppa undan at svara kritiskum spurningum, og tá er neyðugt at spyrja upp í saman fyri at fáa eitt svar til tað, sum fólk vilja hava at vita, sigur hann.


Málburðurin

So venda vit aftur til málburðin – dialektina – hjá Jón Briani Hvidtfeldt. Millum havnfólk, suðuroyingar, norðoyingar og aðrar føroyingar í útvarpinum, er hann ein einsamallur fuglfirðingur, og tað hoyrist aftur, tá ið hann situr við mikrofonina.

- Tað fellir mær mest natúrligt at tosa á sama hátt í útvarpinum, sum eg geri í tí dagliga. Tað hevði virkað kunstigt, um eg royndi at tosa á ein annan hátt, enn eg geri vanligt.

- Tað kemur fyri, at eg fái onkra viðmerking um fuglfjarðadialektina hjá mær, men tað er mest í skemti – og í Fuglafirði halda summi fólk, at tað ljóðar sera vakurt, sigur Jón Brian við einum smíli.

- Útvarpið er fjølbroytt og fyri allar føroyingar, og tí er eisini rúmd fyri flestu dialektunum. Hetta avspeglar málið í samfelagnum, og tað er ein stór styrki fyri Útvarpið. Eg ætli mær ikki at broyta mína dialekt, um eg ikki fái boð um tað, og tað rokni eg ikki við at fáa, sigur Jón Brian.


***


Fakta

Navn: Jón Brian Hvidtfeldt

Aldur: 29 ár

Bústaður: Hoyvík

Útbúgving: Journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í 2004

Starv: Journalistur í Útvarpinum 


***


Jón Brian um ítrótt

Eg verði fasineraður av vinnaramentalitetinum, sum sæst nógva staðni í ítróttinum. Tann mentalitetin kundu vit eisini útnytta aðrastaðni í samfelagnum.



Jón Brian um politikk

Góður politikkur er ein grundarsteinur undir fólkaræðinum, og tí hava politikarar stóra ábyrgd. Tekur ein politikkari ikki hesa ábyrgd í álvara og letur politikk blíva til fjas, so endar tað við politiskari líkasælu millum fólk – og tað er vandamikið.



Jón Brian um fartelefonir

Fartelefonin er eitt hent amboð, sum á ein hátt hevur gjørt samfelagið minni, men kanska eisini eitt sindur meira stressandi. Eg kenni meg eitt sindur naknan, um eg ikki havi fartelefonina hjá mær. 



Jón Brian um grindadráp

Tú kanst ikki byggja eitt samfelag upp á ein gamlan sið, men grindadráp er í lagi, so leingi tað ikki ger meira skaða enn gang fyri føroyska samfelagið.