Leygardagin og sunnudagin verður kappast um DM-heitið í innandurarógving. Sterkasti føroyski rógvarin í hesum ítrótti er 27 ára gamli Jón Rosenblad úr Lamba, og hann verður við í kappingini um vikuskiftið, skrivar heimasíðan hjáHavnar Róðrarfelag.
500 rógvarar bjóða seg fram í DM-kappingini, og kappast verður í ymiskum bólkum. Jón Rosenblad skal verða við í kappingini á 2000 metrum fyri mans, sum viga meira enn 75 kilo.
Tað varð eisini í hesari kappingini, at Jón í fjøg bleiv numm 5 í DM. Síðani hevur hann betra munandi um tíðina hjá sær, og tí kann úrslitið gerast enn betri hesaferð.
Innleiðandi kappingarnar verða leygardagin, og 10 teir bestu rógvararnir fara víðari til finalurnar, sum verða hildnar sunnudagin.
Tað ber til at lesa meira um DM-kappingina á heimasíðuni www.modest-sport.dk