Mjølnir eru í steypafinaluni hjá monnum. Mjølnir vann fyrstu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við 3-1 sigri. Mjølnir kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-17. SÍ svaraði aftur og vann næsta sett 25-22. Men so vísti Mjølnir aftur styrki sína og vann tey bæði næstu settini.
Klokkan 19 í kvøld verður avgjørt um tað verður Fleyr ella ÍF, sum Mjølni skal møta í steypafinaluni 2. Mars. Settini endaðu 25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.
FM1 sigur frá øllum hálvfinaluni í flogbólti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. John Kári "Gaja" í Brekkuni var viðmerkjari.
2) Hoyr Gaja í Brekkuni taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen hjá SÍ, ið heldur avgjørdur, at Mjølnir hevði ein fyrimun av at spæla á sínum heimavølli í steypahálvfinaluni. Jón Weihe Simonsen heldur, at ítróttarhøllin á Eiði hevði verið eitt hóskandi stað til steypahálvfinalurnar.
4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við leikandi venjaran hjá Mjølni, Phil Freere, ið heldur avgjørt ikki, at talan var um nakran serligan heimavallarfyrimun, tí Mjølnir fekk ikki vant í Badmintonhøllini í Klaksvík ígjár, og tað var alt annað enn ein fyrimunur. Phil Freere vónar at møta ÍF í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn um 14 dagar.