Jóannes Hansen
?????????????????
Leiðin móti fótbóltstindinum tóktist liggja opin. Jón Rói Jacobsen var komin til annað av bestu feløgunum í Danmark, har hann vandi saman við teimum bestu. Í Brøndby hevði hann fleiri ferðir sneytað til besta liðið, og tað vóru møguleikar fyri, at hann skuldi vinna sær fast pláss á liðnum hjá Michael Laudrup.
Undir venjing síðsta heyst ? í einum nú ? varð menningin hjá kanska mest evnaríka føroyska spælaranum av øllum steðgað. Krossbandið slitnaði, og eftir skurðviðgerðina hevur í heyst, í vetur og í vár verið talan um miðvísa venjing. Málið hevur verið aftur at vinna førleikan at spæla fótbólt. Nú er Jón Rói Jacobsen á veg úr skugganum og inn aftur á pallin.
Hevur tú alla tíðina havt gott mót?
? Eg eri ikki tann fyrsti, sum hava verið ígjøgnum hetta her. Eg visti, at tað átti at bera til, og eg havi tikið ein dag í senn og fylgt løgdu ætlanini. Tá ið veturin var myrkastur, hevði eg kanska onkra løtuna hug at sleppa hesum, men hugurin at spæla fótbólt er góður, og eg havi sett mær fyri at royna, hvussu langt eg kann røkka. Míni næstu hava stuðlað mær væl, og so hevur tað víst seg at vera eitt gott hugskot, at eg eri farin í skúla aftur. Eg gangi í HF. Tað verður gjørt í smáum, og talið og úrvalið av lærugreinum verður lagað eftir tíðini, sum tað er neyðugt at brúka upp á fótbóltin. Tað er jú hann, sum er orsøkin til, at eg eri her í Keypmannahavn.
Kennir tú teg vera komnan heilt undan skaðanum?
? Eg eri ikki heilt so væl fyri enn, sum eg var, tá ið krossbandið slitnaði. Men eg kenni tað sum um, at eg eri komin langt, og at tað framvegis gongur rætta vegin. Onkuntíð hovnar knæið eitt sindur, og eg styrkisvenji framvegis. Í síðsta minutti í dystinum sunnudagin fekk eg eitt slag á knæið. Tað píndi, og eg var kløkkur, men tað vísti seg, tíbetur, at talan var ikki um skaða, sigur Jón Rói Jaocbsen úr Keypmannahavn.
Gott felag og góður venjari
Síðst í juni fór Jón Rói Jacobsen undir nýtt kapitul í starvinum sum fulltíðar fótbóltsspælari.
? Hóast sáttmálaskeiðið hjá mær og Brøndby var av, so helt eg á at venja har. At eg ikki skrivaði undir nýggjan sáttmála fyrrenn síðst í juni komst av, at eg fyrst vildi fáa staðfest, um eg fór at vinna førleikan aftur. Onkur feløg spurdu seg fyri, men tað var Frem, sum kom við ítøkiligum tilboði. Eg tók av, tí eg roknaði við, at felagið fór at vera millum tey fimm bestu í næstbestu deildini, og tí eg fegin vildi venja undir leiðslu av Ebbe Skovdal. Hann hevur drúgvar royndir ? bæði í Danmark og uttanlands ? og hann verður mettur at vera ein tann best skikkaði venjarin í Danmark.
Metir tú talan vera um afturstig sammett við at vera í Brøndby, nú tú ert í Frem?
? Tað kann síggjast frá fleiri síðum. Kringumstøðurnar í Brøndby eru betri, enn tær eru her, hóast tær eru góðar her. Ferðin í venjingini saman við teimum bestu í Brøndby var hægri, enn hon er í Frem. Men eisini her havi eg ein góðan venjara, og eg kenni tað sum stig rætta vegin, at eg her havi vunnið pláss í miðverjuni á liði, sum vónandi fer at kappast í toppinum í næstbestu deildini. Í Brøndby spældi eg á ymiskum plássum, og spælitíðin í bestu deildini var rættuliga avmarkað. Uppá tann mátan er talan um stig rætta vegin.
Sáttmálaskeiðið hjá Jón Róa Jacobsen í Frem, har hann venur saman við føroyska málverjanum Gunnari Nielsen, sum er eykamálverji hjá besta liðnum, er eitt ár.
? At tíðarskeiðið ikki varð longri komst av óvissuni um, hvussu tað fór at taka seg upp, nú eg aftur fór at spæla, eftir at eg hevði verið skaddur so leingi. Í juli spældi eg fimm dystir. Tvær ferðir hvíldi eg, tí eg ikki enn eri førur fyri at spæla tríggjar ferðir um vikuna.
Í summar hevur verið nógv tosað og skrivað um fíggjarligu støðuna í Frem, sum sigst ikki hava megnað at røkt sínar fíggjarligu skyldur. Hava spælararnir kent nakað til turbolensin?
? Einki. Vit hava fingið okkara løn, og vit hava frá felagnum fingið at vita, at viðurskiftini eru komin upp á pláss.
Hvussu verður hjá tær um eitt ár?
? Tað hava vit ikki tosað um, og tað ber einki til at siga um enn. Eg spæli í miðverjuni, men eg veit ikki, hvussu tað verður, tá ið Diego Tur kemur aftur. Hann var liðformaður, men nú er hann skaddur. Enn hevur hann ikki verið til venjingar aftur, so tað fara ivaleyst at ganga nakrar vikur afturat, áðrenn hann verður aktuellur. Setningurin, sum eg havi sett mær sjálvum, er hvørja ferð at gera tað, sum eg kann, tá ið vit venja, og tá ið vit spæla dystir. So fæst at síggja, hvat verður aktuelt um eitt ár.
Venja tit hvønn dag?
? Allar dagarnar uttan týsdag. Tá hava hinir frí, men eg styrkisvenji.
Hugsar tú um møguleikan aftur at sleppa upp í part í Brøndby?
? Tað hugsi eg ikki um, men eg hevði einki havt ímóti tí. Mær dámdi sera væl í felagnum, og teir góvu mær góða viðferð. Eisini tá ið eg var skaddur. Frem og Brøndby eru grannafeløg, og talan er um ávíst samstarv. At okkara venjari er mammubeiggi tann hjá Brøndby ger tað sjálvandi ikki verri. Í Brøndby er kappingin ógvuliga stór um plássini, og tað kemur meiri enn so fyri, at ungir spælarar, sum ikki sleppa framat í Brøndby, koma higar. Um eg skuldi komið aftur til Brøndby, so skuldi tað verið, eftir at eg aðra staðni havi fingið royndir og hevði ment meg, soleiðis at eg kundi fingið fast pláss á besta liðnum. Sum sagt so hugsi eg ikki um møguleikan at koma aftur til Brøndby. Eg vil fegin spæla á hægsta støði, men eg veit, at íløgan, sum skal gerast, er dagliga arbeiðið, og at tað er neyðugt at hava fokus á tí setninginum.
Gleðir seg til landsliðið
Jón Rói Jacobsen hevur altíð verið roknaður sum ein av evnaríkastu føroysku spælarunum. Eftir ein stóran mánað í Frem tykist tað sum um, at hann rættuliga hevur vunnið sær pláss millum viðhaldsfólkini, sum eftir 2?0 sigurin á heimavølli ímóti Dalum mettu hann vera ein tann besta á vøllinum, og á heimasíðuni hjá felagnum gevur venjaranum honum eitt herðaklapp.
Eingin ivi er um, at Jón Rói verður á Frem liðnum, sum sunnudagin fer at spæla ímóti NFA ella Nykøbing Falster Alliancuni.
Tá ið Jón Rói fyri meiri enn tíggju mánaðum síðani varð skaddur, kom tað illa við hjá landsliðsvenjaranum. Jón Rói var álitið í miðverjuni, har hann við góða bóltførleikanum, taktiska medvitinum, góðu evnunum at lesa spælið og ikki minst skjótleikanum var førur fyri at byrgja uppfyri og samstundis megnaði at vera við til at mynda álop.
18. august fara Føroyar at spæla vinardyst ímóti Malta.
? Um venjarin sendir boð eftir mær, og um støðan verður, sum hon er nú, so eri eg tøkur, og eg gleði meg til aftur at spæla fyri Føroyar.
Soleiðis sigur Jón Rói Jacobsen. Ætlanin var ikki, at hetta skuldi gerast stór grein. Men skilagóði ungi maðurin er áhugaverdur á so mangan hátt. Hann ger ikki nógv burtur úr sær sjálvum, men hann er miðvísur, og hann veit, hvat hann vil. Dreymurin hjá honum um at liva av at spæla fótbólt kann framvegis gerast veruleiki. Men álvarsami skaðin og langa og tunga arbeiðið hjá honum at koma fyri seg aftur ? júst soleiðis sum støðan hevur verið fleiri ferðir hjá Toda Jónsson, og sum hon í løtuni er tað hjá Christian Høgna Jacobsen ? eigur at vera lærurík søga, sum sigur øllum, ið droyma um at liva av frítíðarítrivinum, at tað er neyðugt at vera miðvísur og at røkja sínar dagligu skyldur, ið ikki altíð eru so hugaligar og undirhaldandi. Tí var tað, at hetta gjørdist til vikuskiftisgrein og ikki bara til stutta tíðindagrein!