Jón Rói aftur á vøllinum

Jón Rói Jacobsen slapp fyri fyrstu ferð eftir drúgva skaðasteðgin at royna seg á besta liðnum hjá AaB, tá ið teir í gjárkvøldið leikti ímóti FC Nordsjælland. Jón Rói spældi samfullar 90 minuttir, tá AaB spældi 1-1 javnleik móti FC Nordsjælland. Og lítið er at ivast í, at hetta eru hugalig boð hjá landsliðsvenjaranum, nú hann fyrireikar seg til dystin móti heimsmeistarunum úr Italia.