-Jón Rói er sum eitt frískligt lot í Brøndby-hópinum

Venjaraparið í Brøndby, John Faxe og Michael Laudrup, hava tol við Jón Róa, sum fær tíð at venja seg við lopið frá føroyskum fótbólti til superligafótbólt

Fyrrverandi HB-leikarin, Jón Rói Jacobsen, hevur rættiliga gjørt vart við seg í Brøndby. Sambært hjálparvenjaranum í Brøndby, John "Faxe" Jensen, er ungi havnarmaðurin sum eitt frískligt í Brøndby-hópinum. Ummælið ber boð um, at føroyingurin seinastu tveir mánaðirnar hevur bitð frá sær í danska meistaraliðnum.

Danska superligan fer aftur av bakkastokki leygardagin. Við føroyskum eygum er størstur spenningur, um føroyski landsliðsleikarin verður við í Brøndby-hópinum, tá meistararnir úr Brøndby seinnapartin leygardagin fáa vitjan av Viborg.

Tað er rættiliga stórt trýst at seta á 19 ára Jón Róa Jacobsen, at hann alt fyri eitt skal vinna sær pláss í Brøndby-verjuni. Hin føroyski leikarin í superliguni, Todi Jónsson, nýtti á sinni yvir eitt ár, áðrenn hann gjørdist fastur maður á superliga-liðnum hjá Lyngby. Tað kann tí tykjast heldur veruleikafjart, at Jón Rói, eftir bert tveir mánaðir, skal eydnast at fáa pláss á Brøndby-liðnum.

Skoðsmálini hjá føroyska landsliðsleikaranum hava verið góð higartil, og tí er tað kanska ikki so heilt veruleikafjart, at Jón Rói verður ímillum teir 16 leikarnar, sum venjaraparið, Michael Laudrup og John Faxe, ætla at hava fyrsta dystinum leygardagin.

Misjavnir venjingardystir
Brøndby fór undir fyrireikingarnar til várhálvuna fyrst janurar-mánað, og síðan hava Michael Laudrup og John Faxe dýkt á sínar menn. Í alt hevur danska meistaraliðið leikt 10 venjingardystir.

- Úrslitini og spælið í venjingardystunum hava verið misjøvn, men vit eru væl fyrireikaðir, nú kappingin byrjar aftur, sigur John Faxe við Sosialin.

Miðskeiðis í februar var Brøndby á venjingarlegu í Turkalandi. Flestu feløgini í superliguni fara vanliga á venjingarlegu uttanlands, har heitari er í veðrinum, og vallirnir eru í betri standi.

Á ferðini í Turkalandi vórður fleiri venjingardystir leikt, og allar mans sluppu at royna seg. Sambært John Faxe var venjingarleguna í Turkalandi vera sera væleydnað, har høvi var at síggja, hvør dugur var í nýggju leikarunum, sum eru komnir til felagið í vetrarsteðginum.

Jón Rói hevur leikti teir fyrstu venjingardystirnar í verjuni, men seinastu dystirnir hevur hann sitið á beinkinum. Brøndby var í seinastu viku í Onglandi, har teir leiktu ímóti Brentford og Charlton. Í dystinum ímóti Brentford, fekk Jón Rói sítt fyrsta mál í Brøndby-troyggjuni.

Hava tol við Jón Róa
Brøndby hevur mist fleiri týðandi leikarar í vetrarsteðginum, og í teirra stað eru tríggir ungir leikarar komnir. Umframt Jón Róa, so eru áleyparin, Karsten Johansen, komin úr Næstved og Niki Zimling úr unglingaliðnum í Brøndby-hópin.

Spurdur um, at tá so týðandi leikarar sum Mogens Krogh, Allan Ravn, Thomas Lindrup og Peter Madsen ikki eru at finna í hópinum longur, um eitt felag sum Brøndby ikki átti at havt sett leikarar við størri royndum við, svarar John Faxe, at tað sær hann ikki sum nakran trupulleika, tí felagið hevur altíð gjørt nógv við ungdómsarbeiðið.

- Teir ungu hava klárað seg væl í venjingardystunum, og eg og Michael óttast als ikki at seta ungu leikararnar á vøllin, tí teir skulu eisini venja seg við leikferðina í superliguni, sigur hjálparvenjarin.

John Faxe ásannar, at tað kann tykjast eitt stórt lop hjá nýggju leikarunum at venja seg við leikferðina alt fyri eitt, og tí er neyðugt at ein hevur tol við ungu leikarunum.

-Vit fara at geva Jón Róa hetta hálva árið, hvør dugur er í honum, og hvussu hann megnar at umstilla seg til superliguna, tí lopið úr føroyskum fótbólti til superliguna er stórt, vísir Brøndby-hjálparvenjarin á.

Jón Rói hevur verið í Brøndby í góðar tveir mánaðir, og Michael Laudrup og John Jensen, hava tí fingið høvi at hyggja nærr at dygdunumhjá føroyska landsliðsverjuleikaranum.

John Faxe vísur á, at Jón Rói hevur ein frágera góðan hugburð til fótbóltin, gott yvirblik, sterkur í luftini og skjótur. Størsta dygdin hjá Jón Róa er sambært hjálparvenjaranum, at honum dámar at spæla fótbólt, soleiðis skilt, at hann heldur seg til at spæla seg frameftir vøllinum, heldur at sparka, sum mangir verjuleikarar hava lyndi til.

Hjálparvenjarin ásannar tó, at føroyingurin hevur nakrar veikleikar. Jón Rói skal venja seg við at standa rætt á vøllinum, og leikferðina skal hann eisini venja seg við.

Tá vit spyrja John Faxe, um hvussu útlitini eru hjá føroyinginum at fáa sáttmála við Brøndby, vísir hjálparvenjarin ikki møguleikanum aftur.

- Jón Rói er í holt við at læra nógv nýtt, og alt eftir hvussu hann fer at standa seg í vár, fer at avgera um vit fara at knýta hann til felagið, sigur fyrrverandi Herfølge-venjarin.

Ætla at vera besta liðið í vár
John Faxe er bjartskygdur um útlitini fyri restina av kappingarárinum.

? Vit settu í byrjani av kappingarárinum eina ætlan við Brøndby út í kortið, og hóast úrslitini í heyst ikki altíð vóru okkum til lýtar, so ætla vit at halda fast við hana greiðir Faxe frá.

Venjaraparið í Brøndby, Michael Laudrup og John Faxe, boðaðu undan kappingarárinum, at spælskipanin skuldi leggjast um. Teir vildu leggja seg eftir at spæla mest undirhaldandi fótbóltin í Danmark, og kravið var tí til allar leikararnir í Brøndby hava góðan bóltførleika.

Hóast Brøndby spældi spennandi álopsfótbólt í heyst, so vóru úrslitini ikki altíð til vildar. Hjálparvenjarin vísur á, at hóast liðið spældi besta fótbóltin, so manglaði støðuleiki, og at fáa umsett teir mongu málmøguleikarnar til mál.

Í Brøndby verður ikki tosa um meistarheitið. Felagið ásannar, at frástøðan er stór til FCK, og tí má málið fyrst og fremst vera at vinna sær sess í evropeisku kappingum í heyst.

- Vit ætla okkum at vera besta liðið í vár, t.v.s at vit ætla okkum at fáa flest stig í várhálvuni, og um tað so røkkur til at fáa FCK aftur, tað má bara tíðin vísa, sigur John Faxe at enda.

Leygardagin verður so fyrsti dysturin hjá Brøndby í kappingini í royndini at fanga FCK aftur. Dysturin verður ímóti Viborg, og Faxe vil onki siga um ein føroyingur verður í Brøndby-hópinum. Tað fáa vit at vita seint hósdagin ella fríggjadagin, tá hann og Laudrup fara at kunngera hópin.