Jón Rói Jacobsen skoraði annað vikuskiftið á rað, og hesaferð var tað í rætta málið. Seinasta vikuskiftið var Jón Rói so óheppin at gera sjálvmál á heimavølli, men leygardagin gjørdi hann eitt av málunum hjá AaB í dystinum ímóti Brøndby.
Tað spældi tó einki serligt av hjá AaB, tí Brøndby vann dystin 4-3. AaB var ongantíð veruliga í nánd av at fáa nakað burtur úr dystinum, tí Brøndby hevði leiðsluna alla tíðina.
Fyrst kom Brøndby á odda 2-0, áðrenn AaB minkaði um munin. Síðani økti fyrrverandi AaB-spælarin Martin Ericsson upp í 3-1, áðrenn Jón Rói sló til. Eitt fríspark varð sent inn í Brøndby-brotsteigin, og har stútaði Jón Rói bóltin í málið hjá fyrrverandi liðfeløgunum hjá sær.
Brøndby svaraði aftur og skoraði til 4-2, áðrenn AaB eina seinastu ferð minkaði um munin til 4-3.
Súni Olsen kom á vøllin 10 minuttir eftir hálvleikssteðgin, og hann loysti Allan Olesen av á vinstra bakki. Allan Olesen spældi sín dyst snummar 10, men var so óheppin at gera sjálvmál í júst hesum dysti.AaB hevur framvegis ikki vunnið ein dyst, síðani superligan byrjaði aftur í síðsta mánaði.