Jón Rói sleppur við

Nýggjur maður í landsliðshópinum fyri Pól Thorsteinsson verður Jón Rói Jacobsen

 

Landsliðið


Tað var erin harmur Allan Simonsen, sum hósdagin fekk boðini frá Pól Thorsteinsson um, at hann ikki verður tøkur til komandi landsliðsuppgávurnar.

- Støðan minnir sum so um avboðið hjá Toda. Tað er keðiligt, at eitt avboð skal koma soleiðis, og tað er so avgjørt ikki nakað, sum styrkir hópin, sigur Allan Simonsen, sum tó ikki vil gera nakrar viðmerkingar til málið við Pól.

- Til tað kenni eg málið alt ov lítið, og tí fái eg ikki sagt nakað.


Jón Rói í hitan

Ístaðin fyri Pól Thorsteinsson hevur Allan Simonsen tikið Jón Róa Jacobsen úr HB út til landsliðið. Hesin hevði júst fingið boðini, tá vit hósdagin prátaðu við hann, og hann var sjálvandi fegin um møguleikan, sum hann nú hevur fingið.

- Tað er sjálvandi nakað, sum eg altíð havi droymt um, og hóast eg ikki havi gingið og roknað við hesum, so var eg ikki heilt bilsin, sigur Jón Rói.

- Eg varð eisini tikin út til venjingarleguna í Spania, men hetta var beint áðrenn eg skuldi til Derby at venja, og tí gav eg avboð. Eg havi tí líka sum vita av, at eg taldist millum teir á leið 30 leikararnar, sum eru í myndini til hópin.

Jón Rói, sum bert er 18 ára gamla, ivast ikki í, at hetta er eitt stórt framstig fyri seg. Eisini hóast hann ikki roknar við at vera millum teir fyrstu 11 á vøllinum.

- Tað er so einki at ivast í, at hetta er eitt stórt pluss. Ikki minst, tí hetta kann gera meg meira áhugaverdan fyri útlandinum, og tað er so avgjørt nakað, sum eg eisini droymi um. Eg vil tó ikki siga, at eg rokni við at sleppa at royna meg í dysti. Til tað eri eg kanska ov óroyndur, men fái eg kjansin, so geri eg sjálvandi mítt besta.

- Fyri fyrst eri eg bara fegin um at sleppa við, og so má eg bara royna at vísa meg frá míni bestu síðu undir venjingunum, sigur Jón Rói Jacobsen at enda.