Jón Rói í tvørtræið

Eftir dyggan 5-0 lúsing í Randers mitt í vikuni, vóru teir í AaB ikki misnøgdir við 1-1 á útivølli móti Horsens.

AaB legði seg á odda, áðrenn Horsens javnaði við brotssparki. Í 2. hálvleiki misnýtti Horsens brotsspark.

Jón Rói Jacobsen spældi alla tíðina, og Súni Olsen var á vøllinum inntil mitt í 2. hálvleiki. Jón Rói Jacobsen stútaði í 2. hálvleiki á tvørtræið.