Dysturin var ímóti norska felagnum Odd Grenland, og hann endaði málleysur. AaB stillaði við sterkari manning og skifti bara tveir spælarar út. Jón Rói Jacobsen, sum annars spældi við í undanfarnu venjingardystum hjá AaB, slapp ikki upp í part í hesum dystinum.