Jón Rói verður við í morgin

Síðsti dysturin í hesum umfarinum í donsku SAS liguni verður í annaðkvøld, tá ið AaB fer at taka ímóti FC Nordsjælland. AaB vónar at vinna triðja sigurin á rað, eftir at teir í Aalborg hava vunnið á HJK Helsinki í UEFA Cup og á Esbjerg í superliguni.

Jón Rói Jacobsen hevur fingið boð at møta í annaðkvøld. Tað hevur Súni Olsen ikki. Hann telist í løtuni ikki millum teir, sum venjarin Erik Hamrén boðsendir, tá ið besta liðið skal spæla.

Fríggjakvøldið var Súni Olsen á næstsbesta AaB liðnum, sum spælir í 2. deild vestur. Teir vitjaðu í Hjørring, og úrslitið var 1-1.