Jón Rasmussen, StÍF

Hvør vinnur gullbrakið leygardagin ? og hví?

Vestmenningar vinna við tveimum málum. Eg vænti ikki, at talan verður um nakran málríkan dyst, kanska endar hann 23-21 til VÍF. Tað hevur gingið væl í seinastuni hjá vestmenningum, og teir hava eina betur formkurvu enn Kyndil í løtuni. Hinvegin fær Kyndil sína verju at koyra, so er nógv vunnið hjá teimum.

Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil?

Tað er fyrst og fremst at steðga Sámal Joensen, tí hann er ein sera týðandi leikari hjá VÍF, sum kann avgerða dystir.

Og til VÍF?

Tað vísir seg, at tá ið tað veruliga stendur á hjá Kyndil, eru tað oftast Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker, ið bera liðið, og tí er neyðugt hjá vestmenningum at hava eitt serliga vakið eyga við hesum báðum monnunum leygardagin. Harafturat er tað umráðandi hjá VÍF, at teir ikki lata Janus Einar fáa ov gott pláss á strikuni hjá Kyndil.

-tn