Jón Steffánsson er ein knassi

Hóskvøldið 16. Apríl hevði Graduale Nobili - gentukór úr Langholtskirkju, konsert í Skt. Pauls kirkju í Keypmannahavn. Her heldur tann íslendska samkoman til, so tað var lagamanni at hava konsert her.

 

Hetta var eitt nýstovnað úrvalskór. ?Stúlknakórið? taldi 25 sangarar, og eru hesir sangarar partvís úr ungdómskórinum Grádualekórs Langholtskirkju og úr Kór Langholtskirkju. Tær yngru eru úr ungdómskórinum, meðan tær eldru eru úr tí blandaða kórinum hjá Jóni. Felags fyri allar genturnar er, at tær allar samlar hava nomið sang í kirkjuni undir kønu hond Óløf Kolbrún Hardadóttir, konu Jóns Steffánssonar.

Kirkjan er rúmlig og ljóðhvøll. Her var høgt til lofta og vítt til veggja. Ljóðið lyfti seg upp undir bitarnar, slerdi upp í tróðrið og fylti kirkjurúmið við vælskúlaðum íslendskum ungdómsrøddum. Sælt er at hoyra ungar røddir. Tað ljósa, reina, óspilta tilfarið, sum liggur í røddunum, drívur fram yndistónar av kropsanda av fitligum smáum dropaljóði, ið høvur og bulur bera við sær. Tá ið lærdómur um rættan hugburð til sang hevur fest rót í innasta hugfarið hjá teimum ungu, kann nógv lata seg gera, og sera heppin var Jón við hesum kóri.

Tað er ein long leið at ganga, at fáa so gott ljóð úr hesum snøggu stelpunum. Sangur, tá ið hann er bestur, er yndisligasti tónleikur, sum hugsast kann. Altíð havi eg havt stóran tokka til a capella kórsang í kirkjum, sum hava gott eftirljóð. Meg minnist einaferð, eg var við Fuglafjarðar gentukóri í Sandnes og sang - eg hugsi hetta var í 1991 - løgdu vit leiðina til Stavanger ein dag og fóru inn í dómkirkjuna at vitja. Á skránni høvdu vit eitt gamalt lag frá 1550 av G. B. Martini. Vit stillaðu upp í kirkjuni og sungu. Tey ungu fingu eina uppliving, sum tey seint gloyma. Teir gomlu tónasmiðirnir vistu, hvat teir gjørdu, tá ið kirkjurúmið skuldi fyllast við klangfullum røddum. Flyrrandi eftirljóð rann í oyrað, og stendur hetta enn sum ein partur av eini uppliving, sum seint verður gloymd.

Skráin hjá Graduale Nobile var rúgvumikil og sera krevjandi. Kórið var ávegis til Kallundborg til kórkapping at kappast við 20 onnur evropeisk kór. Konsertin byrjaði klokkan seks og var klokkan føst í sjey, tá ið síðsta lagið varð sungið. Flestu løgini á skránni vóru kirkjutónleikur frá nýggjari tíð og sigast má, at oyrað hevur vant seg við hetta slag av tónleiki, og er blivið partur av uppfatanini av kórtónleiki, sum er eins natúrligt sum at syngja eitt tjóðlag og ein sálm.

Tað vóru serliga tvey løg, sum eg festi meg við, sum gav kórinum tann dám og ta dýbt, sum tað hevði uppiborið. Tað var finska lagið: On suuri sun rantus autius (Eg siti á strondini. Alt er kvirt..) ? finskt tjóðlag ? útsett fyri eins røddir av Matti Hyökki. Her rann ljóðið í kórinum við solistunum Árný Ingvarsdóttir og Dóra Steinunn Ármannsdóttir við vitið og skilið í musikaliteti í ein musiskan andadrátt har inn- og útsúðurin í kórinum rann av ungum, grønum greinum, sum bóru sevjumikla fruktir við sær í ljóði og tónum úr tónleikaandans megi. Væl var skapið millum solistar og kór ? so yndisligt og so reint. Varðmaður kórsins, Jón Steffánsson, reið ikki sjóvarfallið av sær, men lyfti hesar ungu røddir upp á tað satið, har sum tulkingin av hesum lag átti sess. Knasandi gott og yndisligt.

Hitt lagið var Hosanna av normanninum Knut Nystedt. Her var ljóðið í kórinum sent avstað á eina ransóknarferð í norðurlendskum sniði við bylgjandi kyldum í kyllingum úr tónleikaheiminum. Tað gnelti í, og hetta ekspressiva lag var eingin undandøttur, tað rungaði í oyrunum so skart við hvørt, at onkur tók hendur upp fyri oyrað, men hvat, hetta var eisini tónleikur. Hugflogið loysti røð av tankum, um hvussu kórlistin ransakandi fer um allan heim í ymiskum búnum og vísir seg við duldari megi við at temja kenslur, vit og skil í sannari list. Og list var tað, sum Jón og fylgisneytar hansara bóru fram hesa kvøldarløtu. Tá ið kórsangur verður til list, slepst ikki longur. Tá er komið har til, at listin er kenningarmerkið hjá kórinum. Kórið er vorðið hagfast og gongur í góðum haga. Jón kann bera høvdið høgt, tí hetta var list og kórsangur á altjóða støði. Tá er ilt at sleppa longur, men tá hevur tú eisini rokkið langt og gjørt tína skyldu.