Jóna Rasmussen í Focus

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 27. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við málningum og grafikki hjá Jónu Rasmussen upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.
Vit kenna Jónu Rasmussen mest frá tí grafisku síðuni -  hendan framsýningin er meira merkt av litum. Framsýningin fevnir um eina tíð, har Jóna Rasmussen hevur arbeitt við málningum, nakað av grafikki er tó eisini við á framsýningini. Dóttir Jónu, Sigrið Rasmusen, kemur at syngja undir ferniseringini saman við gestatónleikara.
Framsýningin verður opin til 9. november, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.