Teimum dáma føroyskar hondbóltsleikarar í Stavanger.
Viking Stavanger brynjar seg til fyrsta árið í fremstu norsku hondbóltsdeildini, og í dag kunnger norska felagið, at tað hevur skrivað sáttmála við føroyska landsliðsleikaran Jónas Gunnarsson Djurhuus
Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal fara nú undir triðja árið í norska felagnum Viking Stavanger - Teir hava júst fingið fyrrverandi neistavenjaran, Scott Harrington, sum høvuðsvenjara, og nú tekur Jónas Gunnarsson Djurhuus eitt tørn afturat í Viking.
Føroyski spælskiparin spældi seinnu helvt av kappingarárinum 2018/19 í Stavanger, áðrenn hann flutti aftur til Keypmannahavnar.
Vikinghk.no skrivar, at hesaferð flytir hann til Stavanger við familjuni.
- Eg eri eri errin um, at aftur vera partur av góða felagnum og venjingarumhvørvinum í Viking Stavanger, sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus millum annað við vikinghk.no
Føroyingurin kemur til Stavanger og bestu norsku deildina eftir eitt misjavnt kappingarár í danska FIF, ið lá undir niðurflytingarstrikuni, tá ið kappingarárið varð avblást.