Jónas: Eitt OK úrslit ímóti einum sterkum liði

(Rás2) Hoyr Jónas G. Djurhuus taka samanum 23-29 HM-tapið ímóti Noregi

- Hetta er eitt OK úrslit ímóti einum ógvuliga sterkum liði. Orðini eigur Jónas G. Djurhuus aftaná 23-29 (8-15) HM-tapið hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Noregi í bólki A í HM-endaspælinum, sum er í Algeria í hesum døgum.

 

Jónas G. Djurhuus ásannar, at hann og liðfelagarnir máttu stríðast og slítast fyri hvørt mál, meðan Noreg fekk nógv løtt mál, og tað gjørdi tað ógvuliga strævið hjá føroyska liðnum.

 

Jónas G. Djurhuus er tó fegin um, at føroyska liðið fekk reist seg í seinna hálvleiki, og hann heldur, at hann og liðfelagarnir læra av einum slíkum dysti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jónas G. Djurhuus aftaná 23-29 HM-tapið ímóti Noregi.