Jónas kapprennur við tíðina

Tá ið íslendska Valur í annaðkvøld fer at spæla á heimavølli ímóti Keflavík, verður Jónas þór Næs ikki á liðnum. Føroyski landslðsspælarin hevur annars spælt allar landskappingardystirnar higartil á tamb.

 

Tá ið Valur týskvøldið spældi ímóti Stjarnuni var Jónas so óheppin miðskeiðis í seinna hálvleiki at bróta stórutá:

 

– Eg helt talan var um dygt slag, og at pínan fór at hvørva aftur. So eg spældi, inntil dysturin var liðugur. Tá eg vaknaði mikumorgunin varð tað mær greitt, at alt ikki ruggaði rætt. Eftir ein túr í røntguni varð staðfest, at talan var um brot, sigur Jónas úr Reykjavík.

 

Í annaðkvøld fer Lars Olsen at kunngera landsliðið, sum fyrst í juni skal spæla á útivølli ímóti Írlandi og Svøríki. Hóast hann hevur brotið stórutá, so hevur Jónas gott mót um, at tað skal bera til hjá honum at spæla á landsliðnum:

 

–Í fyrstu atløgu útilokaði eg møguleikan at vera við í landsdystunum, men nú havi eg eina vón um, at tað skal bera til. Læknin segði, at talan er um reint brot, sum liggur væl. Hann roknar við, at tað verður grógvið saman aftur um tíggju dagar, og at tað tá verður møguleiki fyri aftur at spæla fótbólt, sigur skilagóði vongverjin úr Reykjavík.

 

Hann hevur kunnað Lars Olsen um støðuna og staðfestir, at undir øllum umstøðum verður talan um kapprenning við tíðina, áðrenn landsliðið skal spæla.