Jónas og teir strúka avstað

- Fólk hava dømt okkum til niðurflytingarstríðið, men nú liggja vit alt í einum sum nummar 5. Vit spælarar hava allatíðina trúð upp á, at tað skuldi fara at ganga, og tað hevur eisini gingist sera væl seinastu dystirnar, sigur Jónas Tór Næss

Frem vann í gjár triðja dystin á rað í næstbestu donsku deildini. Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru í hópinum, spældi á heimavølli ímóti AB og vann 3-1. Jónas Tór Næss spældi á høgra bakki allan dystin, meðan málmaðurin Gunnar Nielsen og verjuspælarin Atli Gregersen vóru á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Undan seinnu hálvu av donsku 1. deild varð roknað við, at Frem fór at fáa trupulleikar við at yvirliva í deildini, tí liðið hevði mist so nógvar spælarar í vetur. Harafturat fór venjarin eisini.
- Fólk hava dømt okkum til niðurflytingarstríðið, men nú liggja vit alt í einum sum nummar 5. Vit spælarar hava allatíðina trúð upp á, at tað skuldi fara at ganga, og tað hevur eisini gingist sera væl seinastu dystirnar, sigur Jónas Tór Næss.
Hann hevur av álvara spælt seg inn á liðið hjá Frem, og seinastu dystirnar hevur hann spælt fulla tíð.
- Eg spældi 8 dystir í fjørheyst, men nú tykist tað, sum eg havi fingið fast pláss á liðnum. Venjarin hevur víst mær álit, og tað hevur gingið væl higartil, sigur Jónas Tór Næss.