Jónbjørg til minnis

25. apríl 1942 – 24. september 2011

Í sambandi við víðari lestur innan yrkið sum sjúkrasystir, kom eg at starvaðist í bæði i Kolding og Horsens saman við mongum sera dugna­lig­um sjúkrasystrum, ið høvdu fakligan førleika á høg­um stigi og myndugleika har­eftir.
Hesar royndir og fyri­myndir hevði eg við mær, tá ið kom til Klaksvíkar at starv­ast í 1987. Men tað var skjótt, at eg beit merki í Jón­­bjørg, sum skaraði heilt fram­úr – uttan at taka nak­að frá nøkrum av hinum. Henn­ara líki fannst ikki.
Hon hevði eitt so serligt, handalag og sinnalag. Altíð glað og positiv og eingin upp­gáva var ov stór fyri hana. Ja, satt at siga átók hon sær kanska ov stórar uppgávur, men hon megnaði tær væl og sjálvandi vann hon sær tí eisini stóra virðing millum starvsfólkini.
Ikki minst læknarnir, sum vóru á deildini høvdu stóra virðing fyri henni. Minnist at Rajani, tá ið hann skuldi í holtur við størri uppgávur, kundi spyrja, hvat sigur Jón­bjørg til hetta? Hevði Jón­bjørg sagt gott, so fór hann til verka. Ikki tí ivi var ongntíð um ábyrgdarbýtið; men hann vildi fegin vissa seg um, at Jónbjørg ikki helt uppgávuna vera ov stór.
Jú, sanniliga var Jónbjørg fakliga sera dugnalig – tikin úr leikum. Men hennara menn­iskjans­ligu eginleikar við hóvligum og sáttligum lyndi, ikki at tala ilt um onn­ur, ikki at breðgja sær av nøkrum, men stillisliga og dugna­liga at greiða settan gerning við góðum yvirbrái, var hennara styrki. Hetta vann henni virðing frá okkum øllum á starvsfólkunum á skurðgongini á Klaksvíkar sjúkra­húsi.
Jónbjørg setti tó heimið í fremstu røð og hvussu strævin dagurin ella náttin hevði verið á Klaksvíkar Sjúkra­húsi, so fór hon altíð glað heim til síni kæru at gleða og fjálga um síni við tí hús­liga. Og har komu eis­ini nógv fólk á gátt. Ja, stund­um tyktist heimið sum ein onnur matstova. Tí maðurin, dreingirnir og hópin av lær­lingum komu tíðum at fáa sær døgurða ella ein góðan drekka­munn og var hetta altíð av fróum hjarta og stór­um gesta­blíðni, Jónbjørg beyð innar – og øll kendu seg væl.
Tí er so mikið tómligari hjá tykkum, Karl og dreingj­unum nú, hon fekk so stutta tíð eftir lívsverk sítt á Klaks­víkar Sjúkrahúsið sam­­an við tykkum, sum hon ann­ars hevði glett seg til.
Jónbjørg gjørdist illkynjað sjúk, visti hvønn veg leiðin bar, men dugdi væl at bera sjúk­una og best av øllum, hevði hon alla tíðina tað góða lyndið og lagið, heilt til tað síðsta.
Vit, sum starvaðust sam­an við henni og tit, Karl og dreingirni hava nógv at vera takksom fyri, góða konu, mammu og ommu.
Ærað veri minnið um Jón­bjørg Josephsen – ein megnar kvinna, hvørs stillføra lyndi, vísa fólkatekkið og frágera hegnið vann henni virðing víða.
-----
Annfríð, vegna Skurðgongina