Jóngerð er umhvørvisstarvsfólk í Runavík

Tann 1. mars 2018 er Jóngerð Juul Olsen sett í starv sum umhvørvisstarvsfólk á Teknisku deild í Runavíkar kommunu.

 

Jóngerð Juul Olsen er 32 ára gomul og hevur lisið til diplomverkfrøðing í kemiteknikki á Syddansk Universitet við serritgerð í umhvørvis- og orkuleiðsluskipan. Hon hevur royndir við umhvørvisarbeiði frá Odense kommunu og hevur verið í verkætlanarstarvi hjá Vága kommunu sum umhvørvisráðgevi í sambandi við órudd og burturkast á almennum økjum.

 

- Starvið sum umhvørvisstarvsfólk er nýstovnað. Arbeiðsuppgávurnar vera at arbeiða við umhvørvispolitikki, fyrisitingarligum uppgávum eftir umhvørvislóggávunum, uppgávum á tekniska økinum og kunning um umhvørvið í kommununi, skrivar Runavíkar kommuna.