Nýggjur varaskúlastjóri er settur við Runavíkar skúla. Tað er Jónleif Johannesen, sum býr í Klaksvík og er ættaður úr Dali. Hann var tingmaður inntil á løgtingsvalinum síðsta summar.
Jónleif Johannesen er 41 ára gamal, og hann lærdi til lærara í Keypmannahavn.
Nýggi varaskúlastjórin er settur í starvið, sum varð leyst, nú Ingvard Lamhauge fór úr varaskúlastjórastarvinun, tí hann varð pensioneraður.
Jónleif Johannesen hevur verið fyrstilærari í skúlanum á Fossánesi. Áðrenn hann varð tingmaður, var hann næstformaður í nevndini hjá Føroya Lærararfelag.
Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu veit at siga, at Jónleif Johannesen tók við starvinum í Runavík tann 9. mars.