Jónsvein Knudsen 25 ár í fiskivinnuni

Hósdagin, 21. februar, hevði Jónsvein Knudsen, reiðari, starvast í fiskivinnuni í tilsamans 25 ár. Í dag eigur hann partafelagið Snaraløk saman við Bjarna Kass.

Teir hava skipini Jaspis og Ametyst og Smaragd og Safir. Haraftrat er gamli Smaragd, sum er lagdur og verður avviklaður. Nýggjur og stórur bygningur er bygdur í Saltangará, og har heldur felagið nú til í snotuligum og egnum hølum. Tann parturin av bygninginum, sum er til avlops, er allur útleigaður.
Jónsvein Knudsen byrjaði sum 19 ára gamal á skrivstovuni á táverandi Lynfrost, sum Føroya Fiskavirking í dag eigur.
- At eg minnist dagin so væl ? og eisini nú 25 ár seinni, er tí, at mamma mín,Mina Knudsen, fyllir hendan dagin. Tá ið eg byrjaði, fylti hon 55; nú fylti hon 80.
Jónsvein sigur seg minnast, at honum dámdi sera væl at arbeiða á Lynfrost.
Stjóri á virkinum var Havstein Ellingsgaard.
- Um kvøldarnar og í vikuskiftinum plagdi eg at taka ímóti fiski; so hetta var ikki ein arbeiðsdagur millum kl. 8.00 og 17. Men mær dámdi arbeiði so væl, at tað hugsaði eg ikki um.
Skip hava at kalla altíð verið knýtt at Lynfrost, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.
- Tað vóru Højgaard-brøðurnir, Hans Olivur og Ingvard, sum saman við Símuni Hansen løgdu lunnar undir virkið í 1954. Símun doyði bert 45 ára gamal av sjúku. Pápi mín, Jens Knudsen, sum doyði í 1986, var sum handverkari við til at byggja virkið, sigur Jónsvein.
Áhugin fyri skipunum
- Sum frá leið, byrjaði eg eisini at fáast við skipini, sum Lynfrost hevði. Hetta var einpartur av arbeiðinum á skrivstovuni.
Taka vit so eitt langt lop fram til kreppuna fyrst í nítiárunum, tá ið alt fór á húsagang, keyptu Jónsvein og aðrir tá tey skip, sum knýtt vóru at virkinum.
- Fleiri, sum vóru við til at keypa skipini, høvdu ongan serligan áhuga í skipunum sum so, men vildu vera við til at skapa eitt grundarlag, so skipini kundu vera siglandi.
Í dag eigur og rekur Snaraløkur hesum skip, og reiðari er Jónsvein Knudsen, sum nú hevur starvast í 25 ár innan fiskivinnuna.
Hendan dagin, Sosialurin av tilvild datt fram við, høvdu tey køkur og annað gott at bjóða fólki, sum hugdu inn á gólvið.
Gongur væl
Jónsvein er væl nøgdur við gongdina seinastu árini, og árið í fjør var gott hjá skipunum.
- Tað var ógvuliga torført at útvega pening til tess at skapa nakað undir kreppuni fyrst í nítiárunum. Eg vil siga, at tað er lættari at útvega miljónir í dag, enn tað var fyrst í nítiárunum at útvega 50.000 krónur, um tú vildi skapa nakað. So, hetta var ein torfør tíð, ásannar hann.
Umframt skipini, sum Snaraløkur eigur, hevur felagið eisini umsitingina av skipunum, Vesturvarða og Suðurvarða, sum Bjarti Mohn eigur.
Tilsamans hevur Snaraløkur ? við manningum ? eini 55 fólk í starvi.Vit ynskja Jónsveini Knudsen hjartaliga tillukku við degnum.