Nú seinnapartin eru fólkini, sum eru í starvsvenjing hjá ALS í vakstrarhúsinum í Sandavági, í Vágsbotni í Havn og lata fólk smakka jørðber teirra.
Tey høvdu bara sjey pund av jarðberum við sær. Tað eru tey fyrstu í ár.
Jarðberjaplantan í Sandavági er norsk, og jørðber av hesi plantu hava fingið virðisløn sum tey við besta smakkinum.
Fólk, sum fingu jørðber at smakka í dag, lótu væl at. Tað er meira smakkur á hesum berunum enn teimum, sum fáast í handlunum.
Tá ið nøgdin verður størri, ætla tey at selja jørðberini, og seinni fara tey eisini at selja røtur, gularøtur, radisur, salat og morgunfrúur.
Í dag seldu tey eisini eina summarplantu, sum kemur av Asorunum.