Heimssøga varð skrivað fríggjadagin fyri viku síðan, tá jørðin fór at skelva í Eldkringinum í Kyrrahavinum. Kl. 05.46 føroyska tíð var ein jarðskjálvti 373 kilometrar út fyri japonsku strondini, sum í fyrstani varð máldur til 8,9 á Richter-stiganum, men sum jarðfrøðingar síðan hava staðfest hevði styrkina 9,0. So harðir skjálvtar eru sera sjáldsamir. Tann harðasti skjálvtin nakrantíð var í Kili í 1960. Hann varð máldur til 9,5 á Richter-stiganum. Tann í Japan fyri viku síðan var líka harður sum tríggir skjálvtar í 1700, 1868 og 1952. Allir vórðu teir máldir til 9,0 á Richter-stiganum og teljast millum fimm teir harðastu skjálvtarnar nakrantíð.
Alt sópað burtur
Avleiðingarnar av einum jarðskjálvta eru ofta, at hús og bygningar verða løgd í oyði av ristingunum, og at fólk doyggja ella fáa mein, tí tey enda undir húsatoftunum. Hetta hendi eisini mangastaðni í Japan fríggjadagin. Men eins og í Indonesia og har um leiðir í 2004 reistist av skjálvtanum ein ovurstór flóðalda, sum straks setti kós ímóti mongu býunum á japonsku eysturstrondini og eisini gjørdi um seg heilt yviri á amerikonsku vesturstrondini. Myndirnar av flóðalduni í Japan vóru uppaftur meira skakandi enn myndirnar í Indonesia í 2004. Sum ein ovurstór døkk tunga át hon sær veg inn í landið og tók fólk, djór, hús, bilar og skip við sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar og hús flutu í vatninum sum leikur.
So skuldi ein hildið, at fleiri ólukkur ikki kundu raka landið, men ristingarnar av skjálvtanum vóru so ógvusligar, at tær skaddu mangan bygning illa, eisini framkomna kjarnorkuverkið í Fukushima. Kjarnorkuverkini í Japan eru brynjað til at standa ímóti jarðskjálvtum, men hesaferð var skjálvtin so harður, at ringasti marrudreymurin gekk út. Fyrst var ein hørð spronging á verkinum, ið sást á sjónvarpsmyndum um allan heim. Síðan hava verið fleiri sprongingar, og 50 mans hava havt úr at gera at bjarga tí, ið bjargast kann á verkinum. Í økinum kring verkið fingu 140.000 fólk í vikuni boð um at halda seg innandura orsakað av geislavirkna vandanum. Fleiri lond hava eisini sent flogfør eftir fólki, so tey kunnu sleppa úr landinum.
Alt, sum kundi ganga galið, gekk sostatt galið í sambandi við jarðskjálvtan, og tað kanska mest skelkandi av øllum var, at eitt kjarnorkuverk kundi fara so illa í einum landi, ið er tøkniliga so væl fyri sum Japan. Vanlukkan í Fukushima fer ivaleyst at hava við sær, at mótmælini ímóti kjarnorku kring heimin taka dik á seg, og longu nú hava mótmælisgongur verið. Hetjurnar í løtuni eru tó teir 50 menninir, sum hava stríðst við at spræna sjógv á upphitaðu reaktorarnar í Fukushima. Teir hava longu verið fyri so nógvum geislavirknum strálingum, at teir kanska mugu bøta við lívinum, hevur kjarnorkuserfrøðingurin, David Brenner, sagt við CNN. Og menninir vita hetta sjálvir. Teir offra seg fyri land og fólk.
Trífalda vanlukkan við jarðskjálvta, flóðaldu og kjarnorkuhóttan er í mangar mátar ófatilig, tí hvussu hart kann eitt land verða rakt, kunnu vit spyrja. Vanlukkan hevur tó langt frá kostað so mong mannalív sum flóðaldan í Indonesia í 2004. Tá doyðu 280.000 fólk. Higartil eru 5.000 fólk funnin deyð í Japan, men óttast verður fyri, at talið fer upp um 13.000. Hundraðtúsundtals fólk hava tó mist hús og heim, fólk standa í longum røðum fyri at fáa vatn og mat, og mong leita framvegis eftir næstringum, sum ikki eru komnir afturíaftur. Ein eldri kona segði við CNN í vikuni, at hon var fegin um at vera sloppin við lívinum, men helt seg vera ov gamla til at vera heimleys. Hon var so køld, segði hon.
Sum ein stór vera
Á hendan hátt hevur ógvusligi jarðskjálvtin í Kyrrahavinum sett Japan í undantaksstøðu, og framtíðin er óviss. Skjálvtin var so harður, at hann kann ikki samanberast við teir jarðskjálvtar, sum hava verið í eitt nú Íslandi seinnu árini. Men hevur tú havt tíni bein standandi á gólvi, ið brádliga fer at skelva og skrenja av jarðskjálvta, gloymir tú ongantíð kensluna. Upplivdi tveir jarðskjálvtar í Íslandi 17. og 21. juni í 2000, sum vórðu máldir til 6,2 og 6,1 á Richter-stiganum. Sum eitt skot fór allur íbúðarblokkurin á Akranesi at skelva og halda ein ønskriligan gang, ið minti um skip, sum við fullari ferð siglir á land. Loft, veggir og gólv fóru skeiv hvørt av øðrum, og ein brádlig kensla av ráðaloysi vaktist í heilanum. Men niðurstøðan var greið beinanvegin: Jarðskjálvti!
Tær báðar ferðirnar í Íslandi skrædnaði jørðin fleiri staðni á Reykjanesi, og á Selfossi fóru summi hús illa. Mansskaði var tíbetur ongin. Í íbúðarblokkinum á Akranesi sluppu vit okkum útum, meðan jørðin framvegis skalv. Uttanfyri var sjónin óverulig. Asfaltið á parkeringsplássinum livdi sum bylgjur í sjónum, og parkeraðu bilarnir dandaðu, so fjaðrarnir vórðu spentir á tamb. Tú fekst kensluna av, at ein ovurstór vera skreið inni undir asfaltinum. Hetta var tann 17. juni í 2000. Tann 21. juni høvdu vit lært, at vit skuldu seta okkum undir eitt borð ella stilla okkum í onkran durakarm, meðan jarðskjálvti var, tí har er altíð tryggast at vera. Í einum durakarmi stóðu vit so, til seinni skjálvtin var av. Tá friður var aftur, skulvu bara beinini. Av skelkinum.
Í tílíkum løtum verða trupulleikar í gerandisdegnum ógvuliga smáir, og tú upplivir, kanska eins og sjómenn í ódnarveðri, at mangt er størri og máttmiklari enn menniskjan. Jørðin livir og flytur seg. Í Eldkringinum í Kyrrahavinum er støðugt lív í undirgrundini, og avleiðingarnar eru mangan vanlukkuligar. Ísland liggur mitt á rygginum, har amerikanska og evropeiska meginlandið fara sundur. Landið skrædnar alla tíðina eitt sindur. Viðhvørt eru stórir jarðskjálvtar, men sum oftast eru teir smáir. Eldgos gera so eisini um seg, eitt nú í Grímsvøtnum, Heklu og í Eyjafjallajøkli. Nær næsta náttúruvanlukkan fer at gera um seg, veit ongin við vissu, men at fleiri verða, er líka vist sum, at fuglar hvønn dag fara á flog. Tí soleiðis er jørðin.