- Tað var viðkomandi at geva Føroya fólki sum heild innlit í, hvat granskingarsáttmálin við ES snýr seg um, og hvussu ein slík undirritan fer fram. Tað var orsøkin til, at uttanríkisráðið betalti einum tíðinda- og einum myndamanni hjá Kringvarpinum fyri at ferðast til Brússel í sambandi við, at granskingarsáttmálin millum Føroyar og ES varð undirskrivaður.
Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum nú hevur svarað einum spurningi frá Sjúrði Skaale um, hvussu tað bar til, at uttanríkisráðið bjóðaði ávísum tíðindafólki við á uttanlandsferð.
Hann metir eisini, at tað er viðkomandi at geva eina ítøkiliga mynd av, hvussu samstarvið við ES fer fram.
Hann sigur, at granskingarsáttmálin er slóðbrótandi, men av tí, at føroysku miðlarnir ikki hava stóru peningaligu orkuna, verða hendingar uttanlands bert lýstar ígjøgnum føroyskar brillur.
- Við at geva fjølmiðli møguleika at koma við til Brússel, var møguleiki hjá Kringvarpinum at fáa sjónarmiðini hjá ES við og tosa við viðkomandi fólk úr ES kervinum.
Jørgen Niclasen sigur, at uttanríkisráðið hevur fyrr umrøtt við fjølmiðlarnar at bjóða teimum við á arbeiðsferðir, soleiðis, at miðlarnir fáa høvi at hitta samstarvspartarnar hjá Føroyum, umframt at teir fáa høvi at knýta sambond við útlendskar keldur, og kunnu fáa innlit í føroyskan uttanríkispolitik og uttanríkispolitiskt arbeiði.
- Í sambandi við arbeiðsferðina hjá uttanríkisráðharranum til Washington var óformlig samrøða við Rás2 um møguliga at hava tíðindafólk við á ferðini, sigur hann.
Men tá ið tað gjørdist greitt, at tíðindafólk ikki fingu atgongd til samstarvspartarnar, sum uttanríkisráðharrin skuldi hitta á ferðini, var ætlanin slept um at bjóða nøkrum tíðindafólki við, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.