Í gjár hótti Javni við, at um veruligar samráðingar ikki vóru farnir í gongd fyri miðdag, so fór Javni av melda landsins leiðslu til politiið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, avsannar tó, at hetta gjørdi, at hann kallaði inn til samráðingar í gjáramorgunin:
Eg haldi ikki, at eg eri kendur fyri at vera bangin, men eg metti, at vit kundu gera nakað í dag. Tað er soleiðis við øllum ósemjum, at tær vara, til tíðin er búgvin, og tað vísti seg, at allir tríggir partarnir vildu flyta seg nærri hvørjumøðrum, so tí kundu vit koma á mál, sigur hann.
Eg fegnist um, at vit hava fingið eina semju og at verkfallið er av, men hetta hava verið trupular samráðingar, tí langt hevur verið millum partarnar. Tá verður tað kanska tyngri at benda tað til eina semju, men tað kláraðu vit so eftir hesum 12 tímunum.
Enn er langt á mál hjá Fíggjarmálaráðnum, sum framvegis hevur einar 20 sáttmálar eftir at fáa upp á pláss, og Jørgen Niclasen stúrir ikki fyri fleiri verkføllum og vónar so ikki, at nakað kemur aftrat.
Vit hava fingið fimm feløg undir land, so vit eru komin væl og virðiliga frá byrjan, men vit hava eitt stríggið vár fyri framman. Eg vænti, at samráðingarnar nú fara at ganga skjótari, og tað havi eg eitt sindur meira enn bara eina vón um, sigur hann.