Jürgen Klinsmann ikki longur venjari hjá USA

Jürgen Klinsmann stóð á odda fyri amerikanska fótbóltslandsliðnum í 98 landsdystum

Týska leikara- og venjaralegendan, Jürgen Klinsmann er ikki longur høvuðsvenjari hjá amerikanska manslandsliðnum í fótbólti. 

 

Í einum tíðindaskrivi boðar amerikanska fótbóltssambandið frá: - Í dag hava vit tikið eina torføra avgerð, har vit hava givið Jürgen Klinsmann, okkara høvuðsvenjara og tekniska stjóra eina uppsøgn, skrivar forsetin í amerikanska fótbóltssambandinum, Sunil Gulati. - Vit ynska at takka Jürgen Klinsmann fyri hansara ídni, arbeiði og nærlagni hesi farnu fimm árini. Tað var við stoltleika Jürgen Klinsmann tók við starvinum, og hann hevur fingið góð úrslit á vegnum, staðfestir Sunil Gulati í tíðindaskrivinum.

 

Jürgen Klinsmann var settur í starv, sum landsliðsvenjari í juli 2011. Saman við amerikanska landsliðnum vann Jürgen Klinsmann norður- og millumamerikanska meistaraheitið - Gold Cup - í 2013. Í 2014 rakk hann HM-áttandapartsfinaluni við USA, og fyrr í summar bleiv talan um eitt fjórða pláss hjá USA í Copa America kappingini. 

 

Av teimum 98 dystunum Jürgen Klinsmann stóð á odda fyri USA vann hann 55 dystir. 16 dystir endaðu við javnleiki, og Jürgen Klinsmann tapti 27 dystir, sum venjari hjá USA.