Jürgen Klopp sigur orsaka

Rann inn á vøllin í sigursrúsi í gjár. - Púra skelkandi, sigur fyrrverandi spælari.

Eitt av umtaluevnunum eftir at Liverpool í gjár vann 1-0-sigur á Everton við máli í yvirtíðini, hevur verið at Liverpool-venjarin, Jürgen Klopp, í málrúsinum rann inn á vøllin at feiðra málið.


- Eg eri noyddur at siga orsaka. Tað var ikki meiningin at vera virðingsleysur, men eg kundi ikki halda mær, segði Jürgen Klopp eftir dystin.


Fyrrverandi enski landsliðsleikarin, Danny Mills, gevur týska Liverpool-venjaranum av grovfíluni.


- Tað, sum Jürgen Klopp ger, er púra skelkandi, sigur hann við BBC.


- At renna mitt inn á vøllin er virðingsleyst ímóti Everton. Tað eru so nógvir venjarar, ið vildu blivið spiltir út, men sæð útifrá er Klopp so vinarligur. Øll elska hann, og hann kann ikki gera nakað skeivt, sigur hann víðari.


Tey eru mong, sum verja Jürgen Klopp í hesum føri. Ein av teimum er fyrrverandi fótbóltsspælarin og núverandi serfrøðingur hjá sjónvarpsrásini BT, Chris Sutton.


- Sikken nakað slutir. Hetta er ein grannauppgerð. Hetta hendi í 'kampens hede'. Hatta var ikki virðingsleyst, hatta vóru kenslur, skrivaði hann á twitter.