Jørgen Niclasen einmælt afturvaldur til formann

Jørgen Niclasen heldur fram sum formaður í Fólkaflokkinum. Tað er greitt, eftir at leiðslan í flokkinum hevur havt regluligan leiðslufund í morgun, har formansvalið var eitt av málunum, sum vóru á skrá.

 

Og á leiðslufundinum í morgum varð hann einmælt afturvaldur til formann, uttan nakað mótvalevni. Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðani í 2007, og hetta er sostatt 12. ferð hann er valdur.

 

Hann kom upp í politikk í 1989, tá var hann bara 20 ára gamalur. Hann var varmaður á Løgtingi til 1994, tá ið hann varð valdur fyrstu ferð beinleiðis, og næsta ár hevur hann sostatt verið í politikki í 30 ár. Umframt at vera løgtingsmaður, hevur hann eisini verið landsstýrismaður á trimum málsøkjum, fiskivinnumálum, fíggjarmálum og í uttanríkismálum.

 

Hann var landsstýrismaður í fiskivunnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður í uttanríkismálumi frá 2008-2011 og landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011-2015.