Soleiðis sigur Jørgen Niclasen, tá vit spyrja hann, um hann ætlar at broyta avgerðina um at hækka prísirnar fyri tunga ferðslu við strandfaraskipinum Hasfjord og Teistanum, eftir at Skopunar kommuna hevur kravt havnargjald fyri skipið.
– Men vil Skopunar kommuna hava havnargjald fyri Hasfjord, so má gjaldið leggjast á tey, sum brúka skipið. Og skipið er keypt fyri at lætta um hjá teimum, sum ferðast um Skopunarfjørð, so vinnan kann sigla við skipi fyri seg. Ta eykaútreiðsluna skal Føroya fólk ikki gjalda. Landsstýrið hevur keypt skipið og sett tað í sigling, men vil Skopunar kommuna hava havnargjald, so verða tað tey, sum brúka skipið, sum koma at gjalda fyri tað. Og tað verður vinnan, sum má gjalda fyri tað. Tað kann ikki vera rætt, at landið skal gjalda fyri stór feløg sum Bakkafrost, Mowi, tunnilsfelagið og onnur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Men Gerhard Lognberg er als ikki samdur, og hann ætlar sær ikki at broyta støðu.
– Nei eg ætli mær ikki at slaka. Havnargjald er grundleggjandi fyri skip, og tað vildi verið løgið, um Skopunar kommuna skuldi lagt pengarnar út fyri Hasfjord. Nei, tað ætla vit ikki at broyta, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri, so avgjørdur.
Borgarstjórin sigur, at tey á Strandferðsluni hava sagt, at tey fáa onga játtan frá Løgtinginum.
– Vit hava trý skip hjá Strandferðsluni liggjandi her, Teistan, Hasfjord og Spógvan.
– Og vit sendu teimum eina rokning í fjør, men fyri at vera hampuligir, so strikaðu vit hana aftur, men boðaðu frá, at vit fóru at krevja gjald frá 2021, sigur Gerhard Lognberg, sum als ikki vil góðtaka kravið um, at kommunan als ikki kann krevja pengar fyri havnargjald.
Jørgen Niclasen sigur, at prísurin bara verður lagdur á stórar bilar, ikki á persónbilar og vøruvognar.
Men Gerhard Lognberg er kortini als ikki nøgdur.
– Bátarnir eiga at fáa ta játta, sum krevst fyri at teir kunnu sigla. Og havnargjadið er ein partur av tí, sigur hann.
Hann heldur grundgevingarnar hjá Jørgen Niclasen vera órímuligar.
– Og Jørgen Niclasen, sum vil sleppa at koyra frítt ígjøgnum Vágatunnilin. Hví skal fólkið í Føroyum rinda fyri tað, tá fólkið í Føroyum ikki skal rinda havnargjald fyri strandfaraskip í Skopun, spyrja hann.
– Um Hasfjord ikki skal gjalda havnargjald, hví skulu vit so krevja havnargjald frá útróðrarbátum í Skopun? So gera vit mismun, og tað ber als ikki til. Og hvat so við Teistanum, hví skal hann gjalda, um Hasfjord ikki skal gjalda, spyr Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at Skopunar kommuna eisini eigur øll parkeringsplássini á havnarlagnum, sum Strandferðslan brúkar uttan at landið hevur goldið eitt fimmoyrað fyri nakað. Og hann vísir eisini á, at grótkastið liggur sum eitt skendsil og tað sama við innsiglingini, sum landið hevur ábyrgdina av.
– Hví skal eg fara at knela fyri Jørgen Niclasen, spyr Gerhard Lognberg.
Teir báðir tingmenninir í oynni, partamaðurin hjá Jørgen Niclasen Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi eru samdir við Gerhard Lognberg. Teir søgdu báðir við útvarpið á middegi, at sjálvandi eigur Strandferðslan sjálv at rinda havnargjald fyri Hasfjord.
Men sambært Jørgen Niclasen kemur tað ikki upp á tal. Skulu prísirnir fyri tungu ferðsluna at silga um Skopunar fjør lækka aftur, so skal Skopunar kommuna strika havnargjaldið.