Jørgen Niclasen og liðfelagarnir vunnu í steypakappingini

SÍb vann við Jørgeni Niclasen á liðnum á TB í bólki 1 í steypakappingini í flogbólti hjá monnum

Annað lið hjá SÍ, sum nevnist SÍb kappast í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum í flogbólti.

 

Mótstøðuliðini í bólki 1 eru TB, Mjølnir og Fleyr a. Í morgin klokkan 15 møtast Fleyr a og Mjølnir í Gundadalshøllini. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2.

 

SÍb við Jørgeni Niclasen á liðnum vann í dag ein góðan 3-1 sigur á TB suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25. Poul Ingason sum eisini er ein knáur fótbóltsspælari stórspældi fyri TB eftir tí, sum vit á in.fo frætta frá dystinum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr A í Trongisvági.