Jørgen Niclasen: Pensjónsaldurin skal hækkast

Nú skal pensjónsaldurin í Føroyum hækkast.

Tað er ein partur í búskaparpolitikkinum hjá Samgonguni í royndunum at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina.

Spurningurin um pensjónsaldurin hevur verið ógvuliga umstríddur og tað eru fáir politikarar, sum hava dittað sær at taka hann upp á tunguna.

Men nú staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at pensjónsaldurin í Føroyum skal hækkast.

Pensjónsaldurin er 67 ár og Jørgen Niclasen sigur, at í fyrsta umfari hækkar hann upp í 68 ár.

Um hann so hækkar enn meiri, er óvist.

Fyri hvørt ár, pensjónsaldurin hækkar, sparir landskassin 40 milliónir í fólkapensjón.

Áður hevur talan verið um at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, men landsstýrismaðurin dugir ikki at siga um pensjónsaldurin í Føroyum hækkar so langt upp.

Nú skal politisk semja finnast um, hvussu skjótt pensjónsaldurin skal hækkast og, hvussu nógv, hann skal hækka.

Men hann vónar at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið í heyst.

Jørgen Niclasen staðfestir, at sjálvandi eru fólk, sum eru uppslitin, tá ið tey eru 67 ár, ella enntá fyri tað og tey mugu hava eina trygd fyri ikki at detta niður ímillum.

Hann sigur, at hetta er ein ásannan av, at vit bæði orka betri og liva longri nú, enn vit gjørdu, tá ið fólkapensjónin kom á sinni og tískil er tað rímiligt at hækka pensjónsaldurin.