Jørgen Niclasen sá ongantíð umsóknina

Jørgen Niclasen sá ongantíð umsóknina frá reiðarínum hjá Napoléon, áðrenn hann varð noyddur úr landsstýrissessinum. Hevði hann vitað av henni, hevði málið tikið aðra vend, sigur hann. Tvætl, svarar Tórbjørn Jacobsen

Veðhald

Jørgen Niclaen er skelkaður av at frætta, at reiðaríi hjá Napoléon, sum Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, er stjóri í, hevur skrivað til Fiskimálaráðið við umsókn um at víkja fyri lánum, samstundis sum stríðið um politikska lív landsstýrismansins í sama slag málum er upp á tað harðasta.
?Tað undrar meg ikki, at ein slík umsókn kemur, sigur Jørgen Niclasen, Men tað, sum skelkar meg, er dagfestingin á brævinum. Brævið frá reiðarínum hjá Napoléon er skrivað tann áttanda januar. Seks dagar áðrenn eg varð koyrdur frá sum landsstýirsmaður.
Jørgen Niclasen heldur uppá, at hevði hann vitað av hesum brævinum, áðrenn hann fór í tingið tann 14. januar, heðvi úrslitið av málinum verið heilt annað.
?So hevði eg kunnað víst Tjóðveldisflokkinum brævið, og teir høvdu so uttan iva tikið stuðulin til misálitisuppskotið hjá Aambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum aftur, sigur hann.
?Tvætl, svara Tórbjørn acobsen, løgtingsmaður og reiðari. Hatta hevði als ikki broytt støðu Tjóðveldisfloksins, tí hatta hevur einki við hvørt annað at gera.
Teir báðir, Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen eru samdir um, eins og advokaturin hjá reiðarínum hjá Napoléon eisini í áðurnevnda brævi sigur seg vera, at tað er loyvt at víkja fyri lánum,eins og her er søkt um.
Men hóast Jørgen Niclasen heldur málini um Høgafoss og Arctic Viking vera av júst sama slagi, sum tað søkt verður um vegna Napoléon, heldur Tórbjørn Jacobsen ikki, at tey eru í familju við hvørt annað.
?Okey, sigur Jørgen Niclasen, Nú eri eg ikki so væl inni í familierum viðurskiftum. Men lat okkum so siga, at tey líkjast sum eineggjaðir tvíburðar.
?Nei, heldur Tórbjørn Jacobsen fast um. Frágreiðingin hjá Turid Debes Hentze staðfestir, at Jørgen Niclasen í tveimum førum hevur brotið lógina, og tí mátti hann frá. Her er talan um, at vit søkja um at vikið verður fyri kostnaði av at økja um virðið á einum skipi, og tað er lovt, sigur hann.
?Tað er júst tað, sum loyvt er, er Jørgen Niclasen, samdur við honum í. Og tað var júst tað, sum gjørt var í hinum báðum málunum.
Men nú fær Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ein risastóran trupulleika, vísir Jørgen Niclasen á. Tí hann kann ikki fara at játta Napoléoni at víkja fyri lánum, uttan at verða frákoyrdur millum annað av tjóðveldismanninum Torbirni Jacobsen, sum eisini er reiðari á Napoléon.
?Ikki uttan so at hann fyrst fær eina váttan frá øllum flokkum í Løgtinginum um, at tað ikki hendir, tá málið verður avgreitt, sigur Jørgen Niclasen.