Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur ikki, at teir eru boygnaðir við at skriva undir at leggja eykajáttanarlógina fram, hóast hon ikki er útreiðsluneutral. - Tá hetta uppskotið byrjaði, stóð tað á 44 milliónum krónum. Vit høvdu so fingið tað niður á 5 milliónir í gjár. Men síðani kemur Almannamálaráðið sum ketta úr høvdatroði í gjár, og hevur nakar lógarbundnar útreiðslur, sum ikki koma at halda, og hetta ger, at uppskotið endar á 12 milliónum krónum, sum verður lagt afturat hallinum, sigur Jørgen Niclasen.
Fólkafloksformaðurin vísir á, at teir nú hava skrivað undir at leggja hetta uppskotið fram, sjálvt um tað ikki er útreiðsluneutralt, og at teir so vóna, at tá tað fer til viðgerð í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, fáa teir skarvað eitt sindur afturat eykaútreiðslunum av hesum uppskotinum.
- Eg haldi, at tá vit hava fingið tað niður á 5 milliónir krónur í gjár, so er tað heilt gott. Vit vilja sjálvandi, at tað skal verða útreiðsluneutralt, men tað er ikki eitt ófrávíkiligt krav, sigur Jørgen Niclasen.
- Vit vilja jú eisini hava, at miðnámsskúlarnir kunnu taka hesar næmingarnar upp í summar, og í politikki kanst tú ikki hava ófrávíkilig krøv, tá tú situr í einari samgongu, staðfestir Jørgen Niclasen.
Eykajáttanarlógin er í gjár fingin niður á at kosta 12 milliónir krónur, við eitt nú at heinta 7,5 milliónir úr Búnaðargrunninum til at gjalda limagjaldið til granskingarsamstarvið við ES, og sum nógv stríð eisini hevur verið um.
Eykajáttnarlógin skal verða avgreidd av Løgtinginum í komandi viku, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí 12. mai.