Ger Tórshavnar Býráð álvara av ætlanini at hækka leiguna fyri traðir og urtagarðsstykki, verður tað ein vanlukka fyri tey, sum leiga sær eitt jarðarstykki frá kommununi. So bersøgin er formaðurin í Traðarmannafelagnum, Jørleif Kúrberg, um ætlanina hjá Tórshavnar Býráð at seta prísin á leigutraðum upp.
Hann sigur at hann var skelkaður, tá ið hann las um uppskotið á Portalinum í gjárkvøldið.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, er ætlanin hjá kommununi at hækka prísin á leigutrøðum og urtagarðsstykkjum hesi næstu fáu árini soleiðis, at kommunan skal fáa eina hálva millión meiri inn í leigu um árið.
Hetta er peningur, sum leigan hækkar við tilsamans. Men hvussu nógv leigan hækkar hjá hvørjum einstøkum leigara, veldst um, hvussu stór teirra stykki er.
Jørleif Kúrberg sigur, at nógvir traðarmenn í Havn eru eldri pensjónistar, sum hava traðirnar sum eitt fantasktist ítriv.
Við Rás2 í dag sigur hann, at hann fatar hetta sum eina roynd at kroysta traðarmannin burtur úr Havnini og tað heldur hann er nógv fyri.
- Traðirnar eru til stóra gleði fyri tey, sum leiga tær, men tað gleðina ætlar býráðið nú at taka frá okkum.
Heldur enn at seta leiguna upp, mælir hann býráðnum til et leiga enn fleiri traðir út.