Jórun gevst í bakarínum

Jórun Larsen Mørkøre, sum átti bakaríið hjá Jórun, hevur nú valt at selja sín síðsta part av bakarínum, boðar Norðlýsið frá.

 

Tað sæst eisini aftur á Business-Line, sum fylgir broytingunum í partafelagsskránni. Har bleiv fráboðað seinast í august, at Jórun Larsen Mørkøre fór frá sum stjóri í felagnum, men tók pláss í nevndini í staðin, men mánadagin kom so fráboðanin um, at hon eisini er farin úr nevndini nú.

 

Tað er partafelagið Christian í Grótinum, sum hevur keypt bakaríið og nýggjur stjóri er Jan Petersen. Christian í Grótinum keypti tveir triðingar av bakarínum í mai í 2015 og hevur nú keypt seinasta triðingin eisini.

 

- Eg vil kanska siga, at tað er mítt lívsverk eg havi selt og sjálvandi er tað við blandaðum kenslum, at eg havi valt at selja mín part, men tíðirnar broytast og hetta er tann rætta avgerðin fyri meg, sigur Jórun Larsen Mørkøre við Norðlýsið.