Jórun Ludvig iðrar seg

Roynda stríðskvinnan hjá Kyndli, Jórun Ludvig iðraði seg aftaná tepra 23-24 tapið á heimavølli ímóti VÌF/Tjaldri. Kyndilskvinnur kundu við einum sigri veruliga lagt sjógv millum seg og VÍF/Tjaldur, men við ósigrinum er spenningurin um tað seinna FM-finaluplássið aftur tendraður.

 

Jórun Ludvig segði við Trónd Arge aftaná dystin, at talan var um eitt mótstøðulið, sum tær burdu vunnu á. Liljan Durhuus hjá VÌF/Tjaldri fegnaðist í sínum lagi um, at tær nú standa við einum betri møguleika at røkka FM-finalunum.

 

Undir greinini ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Jóruna Ludvig og Liljuna Durhuus. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra tær báðar avgerandi støðurnar, tá Heidi Sevdal skoraði til 23-24, og tá Kyndil brendi ein møguleika í allarseinasta sekundi av dystinum.