Jórunn í Smiðjuni

Fríggjadagin 6. mars kl. 16 letur ein framsýning hjá Jórunn Dánialsdóttir upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini er seymaðar myndir, málningar og onnur listahandverk sum Jórunn fæst við.


Jórun hevur fyrr skipað fyri ymiskum framsýningum sum t.d. í Tilhaldinum og stóru Realskúlaframsýningini í 2007. Hon hevur áður sýnt fram í Smiðjuni saman við øðrum, men hetta er hennara fyrsta sjálvstøðuga framsýning har.


Ferniseringin verður fríggjadagin kl. 16. Framsýningin verður opin til og við týsdagin 10. mars. Opið verður soleiðis: Fríggjadagin frá kl. 16-20, leygardagin frá kl. 10-18, sunnudagin 14-20, mánadagin og týsdagin frá kl. 10-20.