Herleif Hammer hevur seinastu mánaðirnar verið ein av høvuðsmonnunum handan stóru verkætlanina "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið". Sum framleiðslustjóri hevur hann havt úr at gera, og Herleif ásannaði eisini, at tað hevur verið strævið, tá vit hittu hann backstage undir seinastu framførsluni hóskvøldið.
- Vit hava nýtt tímar hvønn dag í Norðurlandahúsinum í nakrar mánaðir, og á tann hátt er tað gott, at alt nú er liðugt, segði ein troyttur men nøgdur Herleif Hammer. Umframt allar venjingarnar hevur hann saman við hinum fyrireikarunum staðið fyri tilsamans 17 sýningum í Norðurlandahúsinum.
Frá smørtenori til rokkara
Herleif Hammer greiðir frá, at Norðurlandahúsið ongantíð áður hevur selt so nógv atgongumerki so stutta tíð.
- Tá vit lýstu við eykasýningum, var bíðirøð langt út í tún í Norðurlandahúsinum, og 764 atgongumerki vórðu seld innan fýra tímar, sigur framleiðslustjórin. Hóskvøldið varð so endabresturin hjá teimum yvir 100 fólkunum handan sangleikin, sum hava arbeitt og vant síðani desember.
- Tað er ikki frítt, at røddin hjá fleiri av sangarunum treingir til hvíld og er slitin nakað gjøgnum krevjandi framførslurnar. At byrja við ljóðaði t.d. Jósef (Jóannes Lamhauge) sum ein smørtenorur, men nú er hann ein reinur rokkari, heldur Herleif skemtandi fyri.
Eingin útgáva
Framleiðslustjórin handan Jósef og hansara dreymakot sigur, at føroyingar ikki skulu vænta nakra tónleikaútgávu av sangleikinum eins og talan var um eftir Skeyk sangleikin á sinni.
- Upphavsrætturin hjá Andrew Lloyd Webber ger tað alt ov kostnaðarmikið hjá okkum at geva tónleikin út, tí føroyski marknaðurin er einfalt ov lítil, sigur Herleif Hammer, sum nú loksins sleppur at hvíla seg, áðrenn farið verður undir okkurt annað?