Jústinus: TaÝ verÝur torført

NSÍ fekk eitt mál í síni fyrstu europeisku kapping, og taÝ skjeyt tann tá bara 18 ára gamli Jústinus R. Hansen móti norska Lyn á SvangaskarÝi tann 14. august í fjør. Hann væntar minst líka nógva mótstøÝu frá Esbjerg, sum NSÍ fekk frá Lyn tá.

(Esbjerg) Ein av teimum yngru spælarunum, iÝ tykist hava bitiÝ seg fastan á liÝnum hjá NSÍ, er 19 ára gamli Jústinus R. Hansen, sum í dag verÝur ein av teimum, sum á miÝvøllinum skal royna at sambinda spæliÝ hjá runavíkingum.
Tá NSÍ í fjør spældi sín fyrsta europeiska dyst í fjør, gjørdist hann høvuÝspersónur, tá hann skoraÝi einasta máliÝ hjá felagnum. TaÝ var í 3-1 ósigrinum móti norska Lyn á SvangaskarÝi.
? TaÝ var ótrúliga lekkurt at skjóta taÝ máliÝ, og sjálvandi vóni eg, at vit aftur fara at fáa okkurt mál hesa ferÝ. TaÝ hevur ikki so nógv at siga, hvør skorar, tí taÝ ræÝur fyrst og fremst um, at liÝiÝ fær mál, sigur Jústinus, iÝ tó ikki væntar, at taÝ verÝur lætt at fáa nakaÝ mál móti Esbjerg fB.
? Danska kappingin er so stutt síÝani endaÝ og tá vann Esbjerg bronsu. Tí rokni eg viÝ, at teir eru minst líka sterkt liÝ sum Lyn. Hinvegin skulu vit sjálvandi trúgva uppá, at kjansurin er har, tí taÝ er hann altíÝ.
Eins og Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, heldur Jústinus taÝ hava stóran týdning, at úrslitiÝ í hesum fyrra dystinum verÝur so gott sum møguligt, tí so verÝur í allar mátar hugaligari at skula spæla seinna dystin um eina viku.
? Eg vænti, at teir undirmeta okkum eitt sindur, tí taÝ hevur neyvan taÝ stóra at siga fyri teir at skula spæla móti einum lítlum føroyskum felag. Men um vit ansa okkum og ikki fara ov langt fram á vøllin, kunnu vit kanska yvirraska, sigur hann.
? TaÝ ræÝur um hjá okkum ikki at hava ov langt millum keturnar og so vóna, at vit kunnu fáa onkran leysan kjansi, iÝ kanska gevur mál. Hetta verÝur sjálvandi trupult, men ikki ómøguligt.