Ein av eldsálunum í hondbóltsfelagnum StÍF, Jústinus Justinussen, hevur seinastu árini staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá felagnum. Jústinus hevur alla tíðina lagt seg eftir at spæla ungu leikararnar hjá felagnum inn á besta liðið, og hetta hevur eydnast sera væl hjá StÍF, sum at kalla bert hevur verið mannað av leikarum úr felagnum. Nú hevur Jústinus tó valt at takka fyri seg hjá besta kvinnuliðnum, og tí verður hann ikki venjari komandi kappingarár. Í staðin verður tað Jóhan Danielsen, sum í nógv ár stóð í málinum hjá bæði StÍf og Kyndli, sum fer at venja kvinnurnar hjá StÍF.