Játtanin til kvøldskúlan skorin

   

Dan Lamhauge
????????????

Nú, játtanin til kvøldskúlan er skorin við nøkrum hundraðtúsund krónum, er tað greitt, at onki tilboð verður fyri fólk við breki.
Tað er at harmast um, at samgongan vil skerja játtanina til kvøldskúlan. Úr-slitið er, at onki tilboð verður fyri fólk við breki. Eg havi seinastu 8 árini starvast á Tórshavnar Kvøldskúla, har eg havi undirvíst fólki við breki í ítrótt. Tað hava verið 8 ár við avbjóðingum, men sanniliga eisini við innihaldi og sannari lívsgleði. Ítrótt hevur nógv gott at geva fólki, motión, tekniskar førleikar og í hesum førinum hevur sosiala samveran sera stóran týdning. Ja, summi gleða seg eina heila viku til næstu tímarnir í ítrótt verða lisnir. Tey kunnu vera menningartarnað, ella sita kanska í koyristóli, hava fingið heilabløðing og eru lammað, ella hava á annan hátt merkt mótgang. Tey hava onki annað. Nú hoyrdi eg í útvarpinum, at landsstýrismaðurin visti at siga frá, at tey flestu ganga til fleiri ymsar lærugreinir á kvøldskúlanum. Tað úttalilsið sigur nokk um hugburðin hjá landstýrismanninum. Hann skal minnast til, at ongin teirra fer at ganga á kvøldskúla í enskum, týskum ella føroyskum, har málið er at standa próvtøkuna, ongin teirra brúkar dansistøðini í vikuskiftinum, ongin teirra gongur á Margarinfabrikkini í Havn, ongin teirra sleppur at sparka fótbólt við ÍF ella nøkrum ørðum, ongin teirra syngur í nøkrum kóri, heldur ikki gentukórinum í Fuglafirðin, summi hava ikki ein gang eitt arbeiði at fara upp til. Tey hava ongi onnur tilboð enn kvøldskúlan. Men tað unnar landstýrismaðurin og samgongan ikki okkara veikastu. Man hevur ráð at brúka milliónir uppá at bjarga rækjuvinnuni, uttan at vita, um tað fer at eydnast, og man hevur ráð at seta ein tíðindafulltrúa í landstýrinum, men man hevur ikki ráð at lata nakrar hundraðtúsund krónur til kvøldskúla fyri fólk við breki. Tað er stórt spell, og eitt klárt afturstig í okkara vælferðarsamfelagi.